Sumbiar kommuna fær alsamt fleiri fráboðanir frá borgarum um bilar, sum koyra alt ov skjótt og ábyrgdarleyst innan fyri bygdarmarkið.
Eisini eru tað borgarar, sum ilskast inn á bungurnar, men enn fleiri borgarar heita á kommununa, um at fáa fleiri bungur á vegirnar.
Tí heita vit á allar bilførarar, um at vísa varsemi, tá koyrt verður á bygdum øki.
Sumbiar kommuna