Nú er nýtt vevmyndatól sett upp, á Klummarhamri í Sumba.
Vevmyndatólið vísur oman í bygdina, og út ímóti Sumbiarhólmi.
Fleiri sakna at síggja vevmyndir úr kommununi, serliga fólk íð hava tilknýti til kommununa. Við hesum, ber aftur til at síggja vakra útsýnið úr Sumba, LIVE og í HD góðsku.
Somuleiðis ber til, at síggja LIVE vevmyndatólið í Akrabergi.
Eftir ætlan, verður eitt vevmyndatól eisini sett upp í Lopra.
Fyri at síggja vevmyndirnar, skulu tit trýsta á myndirnar til høgru. (Sí myndina.)
Sumbiar Kommuna